Vikingaresan Víkingaøldin í Norðurlondum verður nú lættari atkomilig

Far á eina virtuella víkingaferð, trýst her

Forritið krevur, at Shokwave frá Adobe er lagt á telduna.

Við ravnum Óðins, Hugin og Munin, ber í løtuni til at ferðast til Jelling í Danmark, Borre í Noregi ella Gamla Uppsala í Svøríki. Á hvørjum staði eru ymsar frágreiðingar og spurningar, ið brúkarin kann svara og ymisk fakta, alt eftir hvat árstal hann rørist inni á.

Umleið 15 nýggir norðurlendskir deplar skulu leggjast afturat í øðrum umfari av verkætlanini, ið nú er sett í verk.

Eitt kortskjal við tíðarlinjum vísir víkingabústaðir í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Føroyum og Grønlandi, soleiðis at vev-nýtarin kann fylgja gongdini á ymsu bústøðunum gjøgnum tíðina.

Norðurlendska netverkið handan verkætlanina samstarvar eisini breiðari við at veita hvør øðrum hugskot um, hvussu felags mentanararvurin kann gerast livandi. Harumframt arbeiðir verkætlanin við felags mannagongdum til royndarmenning, marknaðarføring og at skapa støði undir framtíðar samstarvi. 

Luttakarar í verkætlanini, les meira

 

 
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira