áir dansibørn 28.02.12
Dansibørn vitja hvalastøðina við Áir, leygardagin 11. februar 2012.

Í sambandi við at dansistevna við føroyskum dansi var í Hósvík fyri børn úr øllum landinum, varð skipað fyri útferð til Hvalastøðina við Áir um middagsleiti leygardagin 11. februar.

 Umleið 470 fólk vitjaðu henda dagin. Bussar komu 2 og 2 hvør við umleið 50 børnum og vaksnum. Hvør bólkur fekk hálvan tíma til vitjanina.

 dans frágr v Áir Tey vórðu móttikin uppi við bussskýlið, har tey fingu eitt yvirlit og frágreiðing um øll húsini og støðini, og hvat tey vóru brúkt til.

Síðani vóru tey leidd oman á støðina og savnaðust á planinum, har teir stóru hvalirnir í síni tíð vórðu drignir upp og flensaðir. Spikið fór í Spikkókaríið og kókað til lýsi, sum hevði sera stóran týdning fyrr, og nógvir peningur fekst fyri.

 dans tørkan v Áir Bein og tvøst og annað fór í tær stóru kvarnirnar og varð malið til mjøl, sum síðani var turkað í Tørkuni. Alt var fingið til høldar.

Dansifólkið gekk síðani í 2 bólkum runt á støðini. Fóru inn í Tøkuna, har myndir vístu virksemið fyrr, og í Ebenezer, har hópin av lutum liggja á goymslu.

 dansa v áir Dansifólkið gekk síðani í 2 bólkum runt á støðini. Fóru inn í Tøkuna, har myndir vístu virksemið fyrr, og í Ebenezer, har hópin av lutum liggja á goymslu.

Veðrið var heilt hampuligt, men kalt var, og okkurt ælið rakti beint á.

Áðrenn fólk fóru av stað við bussunum, tóku tey saman í túninum við lýsitangarnar og dansaðu so lystiliga bæði grindavísuna, Flóvin Bænadiktsson og veturin kom og annað við.

Ein góður og væleydnaður dagur, bæði hjá dansibørnum og vaksnum.

Søvn Lansins

Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu?
Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum.
Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn.
Les meira



Vikingaresan

Far á eina virtuella víkingaferð















V-tal: 397784
Bank account:
Føroya banki,
6460 1558686
SWIFT/BIC-code: FIFBFOTX
IBAN-no:
FO73 6460 0001 5586 86